Um okkum
Uppskriftir
Seinastu tíðindi
<  Aftur til yvirlit
7. desember 2016
Fiskarættur við kinakáli

Hetta skal nýtast til 4 fólk:


- 500 gr av Toskaflaki ella hýsuflaki
- 1-2 purrur
- uml. 300 g kinakál
- 1 tsk salt
Sós:
- 4 spsk. mjøl
- 5 dl mjólk
- 100 g rivnan ost (emmentalostur)
- 1 tsk rivin muskatnøt
- 1 tsk salt
- Hvítt pipar


Soleiðis gjørt tú:
Kinakálið verður skorið fínt og purran í tunnar ringar. Uml helvtin av grønmetinum verður koyrt í eitt eldfast ílat. Flaki verður síðan lagt omanyvir. Koyr eitt vet av salt omanyvir og legg síðan restina av grønmetinum omanyvir. Sós: Mjølið verður blandað við eitt lítið sindur av mjólkini til javning. Síðan verður restin av mjólkini og javningin helt í eina grítu. Osturin verður koyrdur í grítuna og tað verður rørt í grítuni meðan sósin kemur uppá kók. Osturin skal vera heilt smeltaður! Smakka til við muskatnøt, salt og pipar. Sósin verður koyrd omanyvir fiskin og grønmetið í fatinum, og fatið verður dekka til við alufolie. Rætturin verður dampaður í ovni á 200°C í uml 40 min.
Servera rættin heitan við t.d. fluts afturvið
Væl gagnist.

Útkoyring

Vøruna til dyrnar, um alt landið...
Vís koyriplan