Um okkum
Uppskriftir
Seinastu tíðindi
<  Aftur til yvirlit
19. oktober 2016
Sitrón Toskur

Til 4 fólk skal hetta nýtast: 

600-800 g NORÐFRA toskaflak
2 dl vatn saft og rivið skal av ½ sitrón
1 tsk. salt
2 tsk. maisenna
½ fiskabuljongterning
400 g frystar grønar ertrar
1 eggjareyði
1 dl. kaffe- ella matróma

Soleiðis gjørt tú:

Kókað vatn, sitrónsaft og skal, salt, maisenna og fiskabuljong. Koyr fiskin í, og lat smákóka í uml. 5 min. Koyr síðan ertranar í og lat standa í 5 min. afturat. Tak síðan fiskin varliga úr grítuni og halt hann heitan.

Rør eggjareyða og róma saman og rør hetta í grítuna við kókivatni. Hitað sósina til hon tjúknar, rør alla tíðina. Smakka til við salt um neyðugt. Servera fiskin í sósini og hav rís ella eplir afturvið.

 

Væl gagnist....

Ease Template Warning: template variable "relevant_products" not found in "translate.products.relevant_products"
product_image
Toskaflak
Vekt: 4 kg
kr. 599,95
Legg í kurv

Útkoyring

Vøruna til dyrnar, um alt landið...
Vís koyriplan