Um okkum
Havtaskumedaljons
<  Aftur til yvirlit
Vøran er uttan skræðu og uttan bein.

Havtaska er ein sera forkunnug vøra. Fiskurin er vælsmakkandi, kjøti er hvít og hevur ein høgan fastleika. Vøran er uttan skræðu og uttan bein.

Tilgerð: Hendan vøran er serliga atla at steikja ella grilla. Tað finnast hópin av uppskriftum til Havtasku, her á síðuni er onkur, og á alnótuni er nógvar. Ein háttur at tilgerða, er at rulla inn í flesk, og steikja á pannu. 

Havtaska (havtaskuættin)
Lophius piscatorius Linné, 1758

Stødd: Havtaska verður næstan 200 cm long, vanliga millum 35 cm og 120 cm.

Dýpi: Hon er úr vatnskorpuni og fjøruni, niður á 1800 metra dýpi, møguliga enn djúpari. Um okkara leiðir er helst mest til av henni millum 100 og 700 metra dýpi. Hon er bæði við botnin og uppi í sjónum, eisini uppi í sjónum á víðum havi.

Litur: Hon er nakað broytilig eftir umstøðunum, men vanliga er hon einlitt brún og sprøklut, dimmari ella ljósari, viðhvørt við reydligum farra. Gráhvít er hon undir búkinum. Royggið er gráhvítt.

Lýsing: Havtaska hevur stórt, breitt og flatt høvd, við stórum og breiðum kjafti. Sporlið er nakað flatt fremst og meira rundligt aftari. Tveir stórir beinnaddar eru aftanvert eyguni. Tríggjar høgar stengur eru á bakinum, tann fremsta er heilt fram móti gronini. Henda stongin hevur ein skræðulepa við ljósgagni á toppinum, og hann verður brúktur at lokka fong til sín. Onnur stongin er beint aftan fyri hesa stongina. Triðja stongin er á nakkanum. Mitt á bakinum millum uggafjaðrarnar er ein lítil fjøður við 3-4 teinum, og hetta alt er fremsta ryggfjøðurin. Aftara ryggfjøðurin er oman á sporlinum, og ein gotfjøður undir. Tær eru umleið eins til støddar. Sterturin er lítil, tykist samanfallin og trevsutur. Hon hevur stórar uggafjaðrar, ið sita frammanvert miðjuna. Búkfjaðrarnar eru smáar og eru tætt saman. Tær sita mitt undir øsinum og venda nakað ímóti síðunum og minna um føtur.

Tenninar eru nógvar, óregluligar, væl atskildar, langar og klænar, spískar og hvassar, afturábendar. Tær eru ójavnar í stødd, og í undirkjaftinum í mest sum tveimum røðum. Hon hevur smá eygu, sum sita nakað tætt saman. Roðsla er eingin. Táknaopini eru smá, eitt hvørjumegin aftan fyri og mest sum undir uggafjaðrunum.

Fram við síðunum allan vegin runt kroppin eru smáir, trevsukendir skræðulepar.

Eyðkenni: Stóra høvdið, stóri kjafturin og ørgrynni av hvøssum tonnum. Lokkiagnið á stongini fremst á gronini. Gráhvíta royggið.

Týdningur: Havtaska er dýrur fiskur og verður nógv veidd.

da: Havtaske – Bredflab, en: Monkfish – Angler, fr: Baudroie commune, ís: Skøtuselur, no: Breiflabb, tý: Seeteufel

 

WWW.SNAR.FO

Nøgd
kr. 339,95
Vekt: 2 kg
Líknandi vørur
product_image
Kalvastykkir
Vekt: 2,5 kg
kr. 380,00
Legg í kurv
product_image
Kalvaflak
Vekt: 2 kg
kr. 450,00
Legg í kurv

Aðrar vørur Flak
product_image
Gávukort
Vekt: 1 kg
kr. 100,00
Legg í kurv
product_image
Hýsuflak
Vekt: 4,5 kg
kr. 355,00
Legg í kurv

Útkoyring

Vøruna til dyrnar, um alt landið...
Vís koyriplan