Um okkum
Steinbítaflak
<  Aftur til yvirlit
Uttan Skræðu og Uttan bein

Orkuinnihaldið pr.100 gr

89 kal, sum svarar til 374 KJ 

  • Orkan er býtt soleiðis
  • 16,1 gr. protein
  • 2,7 gr. feitt
  • 0 gr. Kolvæta

Protein innihaldið er 16,1 g pr. 100 g. Protein er er týdningarmikið fyri ein sunnan og velfungerandi krop.

 

Steinbítur (steinbítaættin)
Anarhichas lupus Linné, 1758

Stødd: Steinbítur verður upp í 150 cm langur, vanliga minni enn 110 cm.

Dýpi: Hann er úr fjøruni og út á meira enn 500 m dýpi.

Litur: Um bakið og síðurnar er hann blágráur við 11-12 myrkum tvørbondum. Hann er ljósari undir búkinum. Viðhvørt er steinbítur brúngrønligur.

Lýsing: Steinbítur er nakað mjávaksin fiskur, hann er hægri, enn hann er breiður. Hann hevur eina langa ryggfjøður av nakkanum aftur í klingruna. Hann hevur eina gotfjøður frá gotinum aftur í klingruna. Báðar eru leysar úr stertinum. Gotfjøðurin er umleið 2/3 so long sum ryggfjøðurin. Sterturin er rundaður aftan og er rættiliga lítil eftir støddini á fiskinum. Hann hevur stórar, rundar uggafjaðrar og ongar búkfjaðrar.

Høvdið er lítið og rundleitt, eitt sindur kubbut við stuttari, rundari gron. Hann hevur ógvuliga sterkan kjaft, við avrundaðum og framstandandi tonnum, og hann bítur fast. Eyguni eru smá og sita rættiliga tætt saman ovarlaga á heysinum.

Eyðkenni: Serliga tær myrku tvørstrikurnar og tann grábláa skræðan. Sterku tenninar, og tað, at hann bítur ógvuliga fast.

Týdningur: Steinbítur er virðismikil fiskur, sum verður seldur á fiskamarknaðunum, eisini í Føroyum.

da: Havkat, en: Catfish, fr: Loup de mer, ís: Steinbítur, no: Gråsteinbit, tý: Katfisch

 

WWW.SNAR.FO

kr. 159,95
Vekt: 2 kg
Líknandi vørur
product_image
Spar20%
Reyðsprøkuflak
Vekt: 2 kg
kr. 375,00kr. 299,95
Legg í kurv
product_image
Toskaflak
Vekt: 4 kg
kr. 599,95
Legg í kurv

Aðrar vørur Flak
product_image
Gávukort
Vekt: 1 kg
kr. 100,00
Legg í kurv

Útkoyring

Vøruna til dyrnar, um alt landið...
Vís koyriplan