Persónsupplýsningar:
Tá tú bíleggur/keypur verður tú biðin um at upplýsa navn, bústað, telefonnummar, teldupost v.m. Hesar upplýsningar nýta vit bert so at vit fáa avgreitt tína bílegging.
Upplýsingar í verða skrásettir í nethandlinum hjá Norðfra verða ongantíð útflýggjaðir ella seldir øðrum. Allar upplýsingar verða goymdar á tryggan hátt og eru bert tøkir hjá okkara álítandi starvsfólki.
Rokningar verða goymda goymdar í 5 ár, soleiðis sum roknskaparlógin krevur.
Í samband við keyp við gjaldskorti verður nýtt ein trygg kryptera skipan gjøgnum e-handilsskipanina, sum er ein góðkendur útbjóðari við góðkenning frá "E-mærket".
Handisskipanin nýtir sokallaði cookies til at stýra innkeypskurvini. Cookies er bert eitt heiti fyri eina fíl sum verður goymd á tínari teldu. Hetta ger at tað er møguligt at biðja skipanina goyma títt navn og búðstað til næstu vitjan á e-handlinum hjá Norðfra. Ynskir tú seinni at sletta hesar upplýsningar, kann tað gerast. Í Internet Explorer, verður tað gjørt undir "Funktioner" í "Internetindstillinger".
Vit skráseta eisini IP-bústaðin á tí telduni, har tú avgreiður tína bílegging. Henda skráseting verður vanliga ikki brúkt. Men kan verða nýtt í samband við falskar bílegginga. Allar falskar bíleggingar verða meldaðar til løgregluna!.
Tú kanst eisini velja at verða á okkara teldupostlista. So fært tú boð tá vit aftur koyra út í tínum øki, og aðar nýggjheitir frá Norðfra. Tú kanst tilmeldast og meldast frá hesi skipan tá tú ynskir undir kunning við at velja tilboð/tíðindaskriv og velja frámeldað.
Klaga:
Vit á Norðfra ynskja at hoyra frá tær um vøran ikki er sum vænta, ella tað er okkurt tú heldur vit kundu gjørt betur. Hevur tú klagur kanst tú kontakta okkum á e-post: nordfra@nordfra.fo ella á tlf 20 21 22. Klagur skulu gerast skjótast møguligt eftir at tú hevur fingið vøruna. Tá kunnu vit best geva tær eina góða tænastu.
Er vøran ikki sum vænta, fært tú bjóða at fáa eina nýggja eskju av vøruni tú klagar um. Og skulu tá fáa eskjuna sum klaga verður um aftur, so at vit kunna kanna innihaldi. Nýggja eskjan verður levera tá vit aftur koyra út í tínum øki.
Útkoyring/levering:
Okkkara koyriætlan er hendan:
Aðrir flutningsmøguleikar:
Vøra verður ikki útkoyrd ella send uttalands.
Gjaldsháttur:
Gjald umvegis nethandilin við Dankorti. Gjaldast kann eisini við MasterCard, Maestro, Visa, Visa Elektron og JCB, tá goldið verður við hesum kortum verða 5,75% løgd aftuat keypsupphæddini.
Upphæddin verður tikin av tíni konto tá vøran verður leverað.
Peningastovnsflyting
Flyt upphæddina á konto í BankNordik 6460-386.93.79
Legg til merkis!!
Vøran verður send/levera tá peningurin er komin á okkara konto.
Vinarliga viðmerki bíleggingarnummar og bíleggingarnavn tá peningurin verður fluttur.
Kontant við levering (kontantur peningur ella gjaldskort)
Legg til merkis! Okkara terminalur kann bert taka Dankort.