Um okkum
Uppskriftir
Seinastu tíðindi
<  Aftur til yvirlit
4. oktober 2017
Heimagjørt eplamos v/ Toski og grønmeti

1. 500 gr Toskaflak
2. 1 spsk av olivenolju til at steikja.
3. Salt og pipar

Eplamos
1. 700 gr sød eplir
2. 700 gr eplir
3. Ca. 1dl kókavatn
4. Salt og pipar

Grønmeti
1. 350 gr pastinakker ella parsillerøtir
2. 300 gr rótselleri
3. 2 leykir
4. 2 spsk olivenolju til at steikja
5. 300 gr grøntkál
6. 1 súrepli
7. ½ bunti av timian

Tilgerð
Eplamos: flis tey tvey sløgini av eplum, og sker tey í bitar. Koyr tey í eina grýtu, og koyr vatn í til epluni eru undir vatni, kóka tey uttan salt.
2. koyr kókivatni frá eplunum úr, men goym 1dl. Mosa tey við einum eplamosara, ella einum gaffli (tú velur sjálv/ur hvat tú brúkar). Koyr so kókivatn í, til mosi hevur eina bleyta tjúkt. Smakka eftir við salt og pipr.
3. grønmeti: flys rótfruktirnar, og sker tær í smáar bitar. Pilka leykirnir, og hakka teir fínt. Steik síðani rótfruktinar og leykin í olivnolju á einari pannu.
4. pilka grønkáli, og skolað tað, og sker í minni stykkir. Skolað súrepli og sker í pettir og koyr á pannuna tá eplini og leykurin eru næstan moyrt. Steik tað til alt er gott moyrt. Smakka eftir við salt og pipar, og hakkaðum timian, legg alt á eitt fat.
5. sker toskaflak í stórar bitar. Hita oljuna á einari reinari pannu við nógvum hita, og steik fiskastykkini til tey eru gyltbrún á litið á øllum síðum. Krydda við salt og pipar.

Útkoyring

Vøruna til dyrnar, um alt landið...
Vís koyriplan