Um okkum
Norðfra

Um Norðfra

Norðfra fór undir sítt virksemi í 1974 í Árnafirði. í 1997 bleiv virksemi flutt til Norðdepil og tá kom veruliga gongd í virksemi. Umframt at framleiða tradionellan saltfisk byrjaðu tey at framleiða vørur til Føroyska heimamarknaðin. Tá bleiv framleiðslan umløgd soleiðis at framleiddar blivu tær vørurnar sum Norðfra er kent fyri í dag. 

  • Beinfrítt toska- og hýsuflak
  • Raspaðar vørur
  • Fiskafrikadellir, minidellir, knettir og fiskabollar
  • Lættsaltað toskaflak
  • Kjálkar og lippur
  • Kalvafiskur og annar flatfiskur
  • Og mangt annað

Í 2015 bleiv virksemi aftur flutt. Hesuferð bleiv virksemi flutt til Leirvíkar. Hetta komst av at logstikkur og atgongdin til fisk var blivin sera trupul norðanfyri. Í Leirvík hevði virkið áðrenn egna landingarmiðstøð og Ísvirkið, umframt eitt flakavirki sum hevði ligið stilt í nøkur ár, so hetta var ein upplagdur møguleiki at koma nærri okkara kundum og betri atgongd til tað rávøru okkum tørvaði.

Eigarar av Norðfra eru í dag:

  • Leif Høj
  • Kaj Otto Frederiksberg
  • Jónhard Frederiksberg
  • Jógvan Martin Hansen
  • Osmund Justinusen

Útkoyring

Vøruna til dyrnar, um alt landið...
Vís koyriplan