Í hesum privatlívspolitikkinum fært tú svar uppá, hvørji vit eru, hvussu vit savna, goyma og nýta tínar upplýsingar, og hvørji rættindi tú hevur hesum viðvíkjandi.
Norðfra
Bryggjan 1
520 Leirvík
Telefon: 20 21 22
Teldupost: nordfra@nordfra.fo
Tá ið tú biður um at fáa tíðindabrøv, ella keypir eina vøru umvegis frymilin á heimasíðuni, innsavna vit upplýsingar um teg. Endamálið við viðgerðini av tínum upplýsingum er at senda tær tíðindabrøv ella at avgreiða keyp og veita tær vøruna, sum tú hevur keypt umvegis heimasíðuna.
Viðgerðin av tínum upplýsingum verður gjørd við heimild í §8, stk. 1, nr. 1, 2 og 6 í dátuverndarlógini.
Vit viðgera hesi sløg av persónupplýsingum um teg:
Tíðindabræv:
Keyp av vøru:
Vit víðarigeva tínar upplýsingar til okkara dátuviðgerar, sum hjálpa okkum við at viðgera tínar upplýsingar á ein góðan og tryggan hátt. Øll viðgerðin sum okkara dátuviðgerðar gera av tínum upplýsingum, verður gjørd eftir einari dátuviðgerðaravtalu, sum vit hava gjørt við dátuviðgerarnar.
Tá ið tú sendir okkum eini boð gjøgnum heimasíðuna, verða boðini send ígjøgnum Mandrill, ið goymir eitt avrit av boðunum í 90 dagar. Mandrill er ein tænasta hjá Mailchimp, ið heldur til í USA. Privatlívspolitikkin hjá Mailchimp kanst tú lesa her: https://mailchimp.com/legal/privacy.
Afturat hesum, verða allar upplýsingarnar, ið vit fáa frá tær, goymdar á ambætara, ið er staddur í Hollandi.
Eisini verða títt navn og kortupplýsingar fluttar til Quickpay, ið heldur til í Danmark. Quickpay goymir tó ikki tínar persónupplýsingar.
Upplýsingarnar, sum vit viðgera um teg í sambandi við tíðindabræv, verða goymdar so leingi, sum tú ynskir at vera tilmeldaður tíðindabræv.
Rokningar verða goymdar í 5 ár, soleiðis sum bókhaldslógin krevur.
Sambært dátuverndarlógini, hevur tú nøkur rættindi í samband við viðgerðina av tínum persónupplýsingum. Tú kanst m.a. fáa upplýst, hvørjar persónupplýsingar vit hava um teg og fáa upplýsingarnar strikaðar, undir ávísum treytum.
Ynskir tú at gera eitt av tínum rættindum galdandi, skalt tú gjøgnum teldupost venda tær til nordfra@nordfra.fo. Vit seta okkum tá í samband við teg, um hvørji rættindi tú ynskir at gera galdandi umframt at staðfesta tín samleika.
Tú hevur rætt til at biðja um innlit í teimum persónupplýsingum, sum vit viðgera um teg. Tað merkir, at tú kanst spyrja okkum um, hvørjar persónupplýsingar vit viðgera, til hvat endamál o.s.fr.
Tú hevur rætt til at mótmæla, um tú ert ósamdur í, at ein ítøkilig viðgerð fer fram. Tað merkir, at upplýsingarnar framhaldandi kunnu nýtast til onnur møgulig lóglig endamál.
Tú kanst biðja um at fáa persónupplýsingar rættaðar, sum tú ikki metir vera rættar.
Tú kanst biðja um at fáa persónupplýsingar strikaðar, sum tú heldur, at vit ikki skulu ella kunnu hava skrásettar. Hesin rætturin er ikki endaligur. Upplýsingarnar verða ikki strikaðar, um tær eru fevndar av aðrari lóggávu, ella um avtala og endamál geva rætt til at goyma persónupplýsingarnar.
Tú kanst biðja um, at viðgerðin av persónupplýsingunum verður avmarkað. Tað merkir, at persónupplýsingarnar ikki vera strikaðar, men at tær vera nágreinaðar, at tær ikki kunnu viðgerast og at atgongdin til at lesa tær verður skerdur.
Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar, sum tú sjálvur hevur givið okkum, fluttar til tín í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði.
Tú hevur rætt til ikki at verða profileraður, uttan so at hetta er avgerandi fyri, um ein avtala kann gerast.
Um viðgerðin av tínum persónupplýsingum er grundað á títt samtykki, hevur tú til eina og hvørja tíð rætt til at taka títt samtykki aftur.
Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildið av okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.
Hevur tú spurningar viðvíkjandi viðgerð av tínum persónupplýsingum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á nordfra@nordfra.fo.
Um tú ert ónøgdur við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú bera eina klagu til ella seta teg í samband við Dátueftirlitið. Upplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum finnir tú her: https://dat.fo.