Um okkum
Uppskriftir
Seinastu tíðindi
<  Aftur til yvirlit
4. oktober 2017
Ovnbakaður toskur v/ sjerrytomatum og citrón

500 gr fullkornsrís
1 stk leyk og hvíttleyk
20 stk sjerrytomatir
2 dl vatn
1 terning grøntsaksbouillong
400 gr toskaflaki
1 stk økolokiska cirtón
50 gr av mandlum
Rivið parmesam, salt og pipar, olivenolja og bakipapír

Set rísini á kók, og koyr ovnin á 180 gradir.

Tilgerð
Hakka leykin og hvítleykin í fín pettir. Skola sjerrytomatirnar og sker tær i helvt. Steik leykin og hvítleykin við eitt sindur av olivenolju við jøvnum varma á eini pannu. Leykirnir skulu bert hava nakrar minuttir. Koyr so sjerrytomatirnar, bouilliongina, og rivna sitrónskælið í.
Fá sósina í kók og rør varuliga, til bouilliongterningurin er upploystur. Krydda toskin við salt og pipar og legg hann í eitt eldfast ílæt við bakipapíri, smurt inn í olivenolju. Koyr síðani sósuna yvir í fati, og lat tað standa í 10-20 minuttur í ovninum, alt eftir hvussu tjúkk fiska stykkini eru.
Toskurin er liðugur tá hann skilist, tá ið tú trýstur í hann við einum gafli, ella tá tað koma smáar mjólkahvítar blørur á toppinum.
Ímeðan toskurin er í ovninum, ristar tú mandlurnar á einari turrari pannu. lat tær køla av, og síðani hakka tær ordiliga smátt.
Servera tann dampaða fiskin við rísi, og tí lekkru sósini við bleytum tomatum. Pynta eitt sindur við hakkaðum mandlum, rivnum parmesam, ella bara onkrum lekkrum grøntsakum.

Vælgagnist :))

Útkoyring

Vøruna til dyrnar, um alt landið...
Vís koyriplan