Laksur (laksaættin)
Salmo salar Linné, 1758
Stødd: Hann verður upp í 150 cm langur.
Allur laksur í Føroyum er aldur laksur.
Dýpi: Umframt at vera í áum og vøtnum er laksur eisini í sjónum, úr vatnskorpuni og niður á kanska 140 m, og helst eisini djúpari.
Litur: Laksur er svartbláur um bakið, silvurskínandi um síðurnar, og undir búkinum er hann hvítligur, rómalittur. Ójavnir, svartir blettir eru um síðurnar, á kápuni og kjálkunum. Í gýtingartíðini um heystið skiftir laksur lit og verður brúnligur við blettum. Fiskurin í laksi er ljósareyður.
Lýsing: Laksur er smidligur fiskur. Hann hevur eina ryggfjøður mitt á bakinum, eina lítla fitifjøður aftarlaga móti klingruni og eina gotfjøður, har aftari endi er umleið undir fitifjøðurini. Sterturin er nakað innbogin. Strikan er bein. Siljafiskar fáa stóran krók á undirkjaftin í gýtingartíðini um heystið. Kjaftbeinini røkka umleið inn undir aftaru rond á eygunum. Anadromur fiskur.
Eyðkenni: Laksur kann verða mistikin fyri sjósíl. Laksur hevur úr 10 upp í 13, vanliga 11, roðslur frá fitifjøðurini til strikuna. Á fremsta táknaboga, inni í boganum, eru táknatindarnir allir rættiligir tindar.
Týdningur: Laksur hevur stóran vinnuligan týdning.
ES: Tað er óvist, um laksur fyrr í tíðini hevur verið í føroyskum áum, men laksurin nú í tíðini er innfluttur úr útlondum og settur út í ávísar áir her.
da: Laks, en: Salmon, fr: Saumon, ís: Laksur, no: Laks, tý: Lachs
WWW.SNAR.FO