Hýsuflak í raspi, er ein vøra sum flest allir føroyingar kenna. Flestu matstovur í Føroyum borðreiða við hesari vøru og er tað sera væl dámt.
Hetta eru leysfryst raspað fløk, sum eru skorðin í stykkir, soleiðis at tey passa á pannuna. Um nú fleiri enn væntað verða til døgurða er einki í vegin fyri at fara í frystaran at heinta meira.
Hýsuflak í raspi er vælegnað til fisk og chips, men eisini til at borðreiða til hvít kókaðum eplum. Eisini til smyrjubreyð er okkara flak sera væl hóskandi.
Raspaða flakið skal ikki tiðnast áðrenn nýtslu. Vit viðmæla at tú steikir í olju og smør. Steik hvørja síðu í 6-8 min. Krydda eftir egnum ynski.
Innihald: Hýsa, rasp , raspmjøl(batter) og vatn
Føðsluvirði
- Orka: 449 KJ/100Kcal
- Eggjahvítaevni: 13.3 g.
- Kolvetni: 12,3 g.
- Feitt: 2,4 g