7. desember 2016
Hetta skal nýtast til 4 fólk:
• 8 stk. Hýsuflak í Raspi
• 8 stk. Burgarabollar
• Leykur Tomat Agurk Kinakál (Annað kál kann eisini nýtast)
• Dressingur (t.d. Thousand Islands)
Soleiðis gert tú:
• Tak hýsuflaki í raspi úr frystiboksini beint áðrenn nýtslu. Steik fløkini á heitari pannu við olju/margarin í 3-4 minuttir á hvørjari síðu.
• Krydda fløkini við salti og pipari. Káli verður skorið smátt. Agurk, tomat í skivur og leykurin verður skorðin í ringar.
• Burgarabollarnir verða hitaðir eftir uppskrift á pakkanum.
• So er klárt at gera burgararnar
• Sker bollan sundur og legg kál á botnin, síðan eitt stykki á hýsuflaki í raspi.
• Síðan verður leykur, tomat og agurk og dressingur koyrt omanyvir áðrenn yvir bollin verður lagdur omaná.
Væl gagnist.