Upsi er ein soltin fiskur og feitt innihaldið er sera lágt. Einans 0,3 gram pr. 100 gram.
Upsi, seiður (toskaættin)
Pollachius virens (Linné, 1758)
Stødd: Upsi verður upp í 130 cm langur. Í veiðuni er hann vanliga 55-120 cm.
Dýpi: Upsi er bæði botnfiskur og uppsjóvarfiskur. Hann er úr vatnskorpuni og út á umleið 450 m. Undir Føroyum veksur hann upp inni við land og nevnist tá ternumurtur fyrsta árið, ársgamal summarseiður, 2 og 3 ára gamal ávikavist seiður og stórseiður. Tá hann er um 40 cm og um 3 ára gamal, fer hann til havs. Vanligasta dýpi hansara er 75-200 m. Litur: Hann er heilt dimmur um bakið, koksgráur, blásvartur. Síðurnar og búkurin eru ljós, hvítgrálig ella silvurkend, ljósastur er hann undir búkinum. Strikan er ljóst grá.
Lýsing: Upsi hevur tríggjar ryggfjaðrar, tvær gotfjaðrar. Fremra gotfjøður er umleið líka long sum mittasta ryggfjøður, ið er tann longsta ryggfjøðurin. Gotið er umleið beint undir aftara enda á fremstu ryggfjøður. Smáur upsi hevur lítla finnu, teir størru onga ella bert ein viðfáning. Hann hevur undirbit. Strikan er bein og sterturin bert eitt sindur innbogin.
Eyðkenni: Tann ljósa og beina strikan og tann svart-døkki liturin.
Týdningur: Nógv verður veitt av upsa, og hann hevur stóran týdning.
KELDA: WWW.SNAR.FO