Um okkum
Uppskriftir
Seinastu tíðindi
<  Aftur til yvirlit
7. desember 2016
Raspa flak við tomat og banan

Hetta skal nýtast til 4 fólk:


- 800 gr raspa hýsuflak
- 4 stk bananir, skornar í skivur (ikki ov tunnar)
- 4 stk tomatir, skorðnar í bátar
- ½ leykur
- Salt og pipar


Soleiðis gjørt tú:
Steik raspaða flakið á pannuni ella steik í frituru. Tá liðut er at steikja, koyr flakið í eldfast ílat og set í ovnin. Brúnka síðan leykin í fitinum sum er eftir á pannuni, og koyr hann omaná flaki í eldfasta ílatinum. Steik síðan bananirnar og tomatirnar á pannuni við miðalhita, uttan at nýta fiti. Koyr síðan banan-tomatblandingina í eldfasta ílatið og set í ovnin til klár er at servera.
Servera eplir afturvið.
Væl gagnist

Útkoyring

Vøruna til dyrnar, um alt landið...
Vís koyriplan