Um okkum
Uppskriftir
Seinastu tíðindi
<  Aftur til yvirlit
7. desember 2016
Fiskafat við sterkari tomatsós

Hetta skal nýtast til 4 fólk:

- 4 stk. Hýsu- ella Toskafløk
- 2 stk. stóran leyk
- 1 stk. reyða piparfrukt
- 1 stk. gula/grøna piparfrukt
- 1 pk. pikant rómaost (ananas, rækju og naturell kann eisini nýtast)
- 1 pk. róma (2,5 dl)
- 2 dl. mjólk
- 2 dl. tomatketchup
- 1 spk. tabasco (reytt)
- 1 spk. maggi (aroma)

Soleiðis gert tú:
Tak hýsufløkini úr frystiboksini beint áðrenn nýtslu. Sker leykin smátt og koyr hann í botnin á eldfastum fati. Smyr fløkini við rómaostinum, og legg tey omaná leykin. Píska róman og blanda síðan mjólk, tomatketchup, tabasco og maggi uppí. Hetta verður síðan stoytt yvir fløkini. Til seinast verður piparfruktin skorðin smátt og koyrd omanyvir. Set fati í bakarovnin í 35 min á 200°C.
Hav eplir ella flutes afturvið.
Væl gagnist

Útkoyring

Vøruna til dyrnar, um alt landið...
Vís koyriplan