Um okkum
Uppskriftir
Seinastu tíðindi
<  Aftur til yvirlit
7. desember 2016
Marinera Havtaska steikt í ovni

Hetta skal nýtast til 4 fólk:


- 800 g Havtaskufløk 1
- stk agurk ella 2 stk gularøtur
- 1 stk leyk
- 2 stk reyð piparfrukt
Marinada: 1
- dl olivenolja
- ½ dl sitrónsaft
- 1 tsk salt
- ½ tsk pipar
- 1 stk pressa hvítleyksfet
- 1 tsk estragon
- 2 spk persille 2
- stk hvítleyksfet í tunnum skivum
Afturvið:
rís, breyð, salat

Soleiðis gjørt tú:
Rør tilfari til marinaduna saman og sker síðan tey frystu fløkini í stykkir og legg í marinaduna. Lat standa í 1 tíma. Set ovnin á 200C Sker síðan agurk/gularót, leyk og piparfrukt í stykkir og koyr í eitt smurt eldfast ílat. Legg so marinera fiskin omanyvir og stroyt marinaduna omaná fiskin og grønmeti. Set í heitan ovn í uml. 40 min
Hav rís, breyð og salat afturvið
Væl gagnist

Útkoyring

Vøruna til dyrnar, um alt landið...
Vís koyriplan