7. desember 2016
Hetta skal nýtast til 4 fólk:
- 750 gr til 1,0 kg av toskaflaki skorið í bitar
- karri tomatkettjup
- 4 stk. leyk
- salt og pipar
- 1 pk. rómi (2,5 dl)
- 1 ½ dl mjólk
- mjøl
Soleiðis gjørt tú:
Toskaflakið verður skorið í bitar 2-3 x 2-3 cm. Vend bitarnar í mjøl blandað við karri, salt og pipar. Tann flusti leykurin verður skorðin í sera tunnar leykaringar og lagdir í eitt smurt eldfastfat í løgum, aðruhvørja ferð við fisk og leyk (2 løg av hvørjum). Rómin og mjólkin verður blandað og verður helt omanyvir fiskin. Síðan verður eitt tunt lag av kettjup koyrt omaná. Rætturin verður settur í hitaðan ovn á 200°C í 30 min.
Servera við eplum stroyað við persillu, og brúnkaðum purrum/gularótum skorið í tunnar ringar/stavar.
Væl gagnist.