Um okkum
Uppskriftir
Seinastu uppskriftir
<  Aftur til yvirlit
12. januar 2017
Grillað Kalvaflak

Hetta skal nýtast til 4 fólk:


• 4 stk. Kalvaflak
• 1 stk Reyðleyk
• 1 stk. Reyð piparfrukt
• 1 stk. Gul ella grøn piparfrukt
• 3 stk. Tomatir
• 2 stk. Hvítleyksbátar (kann verða chilimarinera)
• 1 pk. Róma (2,5 dl)
• ½ dl. Vatn
• 5 spk. Majonaise
• Sólturkaðar tomatir
• Oliven við reyðari pastu
• Salt & Pipar
• Kál
• Brokkoli
• Feta Ost

Soleiðis gjørt tú:
• Tak kalvaflaki úr frystiboksini beint áðrenn nýtslu.
• Smyr fløkini við olju og kryddra við salt og pipar.
• Steik fløkini á heitari grillpannu ella á grillini í uml. 5 min á hvørjari síðu.

Salsa:
Sker hetta smátt og blanda saman: Piparfrukt, ½ pk sólturkaðar tomatir uml. 90 gr, tomatir, hvítleyk Sós: Sker 5 stk. oliven í skivur og koyr í grýtu saman við róma, majonaise og vatni. Hetta skal hitast upp og so er sósin klár. Salat: Kál, brokkoli, reyðleyk, feta ost, sólturkaðar tomatir og oliven. So er klárt at borðreiða kalva við salsa, sós og salati.

Útkoyring

Vøruna til dyrnar, um alt landið...
Vís koyriplan