Um okkum
Uppskriftir
Seinastu tíðindi
<  Aftur til yvirlit
11. januar 2022
Fiskafat úr Eysturoy

Fiskafat úr Eysturoynni
- 4 stk Norðfra hýsufløk (uml. 800 gr)
- 1 stk leykur
- 2 stk purrir
- 2 stk gularrøtir
- 1 stk reyða piparfrukt
- 1 stk grøna piparfrukt
- 2 tsk karry
- 1 blikk ananas
- 1 pk naturel rómaost (Buko)
- 2,5 dl róma (1 pk Før. rómi)
- 0,5 dl kókað vatn
- 1 stk grønsagsterning

 

Sker leyk, purru, gularót og piparfrukt smátt. Svitsa tað í eini grýtu við olju og karry, til leykurin er blivin bleytur. Koyr ananas saftina yvir grønmeti og lat smá kóka í uml 20 min. (Goym ananasi til at hava afturvið)

Koyr síðan rómaost, róma, vatn og grønsagsterningin eina grýtu og lat koma uppá kók. Henda blandingin verður so koyrd í eitt eldfast ílat. Koyr síðani grønmetisblandingina omaná.

Sker fløkini í passalig stykkir og legg omaná grønmeti. Kryddra við sitrónpipar, salt, karry og sukur.

Set í bakarovnin í uml. 45 min á 200 °C


Dømi til at hava afturvið: Flutes, rís, epli, salat, ananas, rosiniur, kokus, peanuts ella bananir

Útkoyring

Vøruna til dyrnar, um alt landið...
Vís koyriplan